![](/media/d21l3dnf/mynd-jenis-washington-1.jpg?anchor=center&mode=crop&width=1920&height=1080&rnd=133399667387030000)
Mentanartiltak um útnorður í Washington
Jenis av Rana, formaður í Útnorðurráðnum, luttók hósdagin 21. september í mentanartiltaki í Washington DC, sum hevði til endamáls at kunna um londini í útnorðri.
Útnorðurráðið arbeiðir áhaldandi við at seta sjóneykuna á tey trý londini í útnorðri – Ísland, Grønland og Føroyar – og hesa ferð var høvi hjá formanninum at greiða frá arbeiðinum í ráðnum, og á hvønn hátt tey samstarva um felags viðurskifti.
Tiltakið, sum varð skipað í samstarvi millum íslendsku ambassaduna, grønlendsku sendistovuna í Washington DC og føroyska Uttanríkis- og vinnumálaráðið, varð væl vitjað. Umboð úr amerikonsku kongressini var millum tey luttakandi, umframt vinnulívsfólk, mentanarumboð og diplomatar úr øðrum londum.