Minningarorð um Anfinn Kallsberg

29.02.2024

Týsdagin 20. februar bórust deyðsboðini av Anfinni Kallsberg.

Vakra Christianskirkjan var stúgvandi full í gjár, tá Anfinn varð borin til gravar. Stórt fylgi helt leiðina norður til Viðareiðis, har steðgað varð frammanfyri heiminum hjá Anfinni og konuni Berghild, og sálmurin “Tú gavst mær, o, Harri, her livilig kor” varð sungin, áðrenn Anfinn varð borin til sítt seinasta hvíldarstað. Umgyrdur av kavakløddum føgrum fjøllum í teirri bygdini, har hann fann kærleikan og bygdi heim sítt. Fólk varð komið úr øllum heraðshornum á landinum at biðja hesum merkismanni farvæl og sýna familjuni samkenslu.

Anfinn varð føddur í Klaksvík 19. novembur í 1947. Foreldrini vóru Katrina og Gunnar Kallsberg. Anfinn giftist Berhild Kallsberg, fødd Matras av Viðareiði, og fingu tey synirnar Hans Jákup, Kára og Signar.

Anfinn hevði skrivstovu- og handilsútbúgving og starvaðist hjá P/F J.F.Kjølbro árini 1964-74, og hevði síðan sjálvstøðugt bókhaldsvirki frá 1974. Men tað var politikkur, sum gjørdist lívsleið hansara. Hann byrjaði politisku lívsleið sína á Viðareiði, har hann varð valdur í bygdarráðið og sat sum bygdarráðsformaður frá 1974-1980. Í 1980 varð hann fyrstu ferð valdur á ting fyri Fólkaflokkin í Norðoya valdømi. Listin yvir politisk álitisstørv er óvanliga drúgvur:

Løgtingsformaður: 1991-1993

Løgmaður: 1998-2004

Landsstýrismaður trý skifti: 1983-1985 (avloysti Olaf Olsen í fiskivinnu og handilsmálum), jan-juni 1989 (fiskivinnu- og kommunumál), 1996-1998 (fíggjar- og búskaparmál)

Anfinn Kallsberg varð valdur á Fólkating í 2005 og sat á tingi har til 2007.

Av nevndarsessum kann eitt nú nevnast, at Anfinn var limur  Í Norðurlandaráðnum 1991 og 1994-1998. Formaður í Fíggjarnevndini 2004-2008 og aftur formaður 2008-2011. Anfinn var eisini limur í Uttanlandsnevndini og løgtingsgrannskoðari eitt skifti (2008).

Mær untist at arbeiða saman við Anfinni í góð 3 ár her á tingi - frá 2008 til 2011. Hann var limur í Rættarnevndini, tá vit í oktobur 2009 - eitt umboð fyri hvønn flokk - løgdu fyri Løgtingið uppskot til samtyktar um at skerja føroyska útlátið av veðurlagsgassum, ið bygdi á veðurlagspolitikk Føroya hjá landsstýrinum. Her høvdu vit eitt frálíkt samstarv um grønan orkupolitikk, ið kundi sameina fíggjarligan áhuga hjá landi og húsarhaldum at gerast leys av oljuni, og so tað meira ideologiska ynskið um at minka um útlátið av CO2. Hóast málið ikki varð rokkið í 2020 sum ætlað, so varð tá lagt eitt grundarlag undir grønu kósina, sum loksins hevur tikið meira dik á seg. 

Ein fólkafloksmaður segði mær einaferð, at Anfinn ongantíð hevði biðið lovað sær. Hann helt seg ikki framat, tá nevndar- og álitissessir vórðu býttir, men tók við teirri ábyrgd, sum latin var honum upp í hendi.

Anfinn Kallsberg helt seinastu røðu sína her á tingsins røðarapalli tann dagin, hann endaliga segði arbeiðinum sum tingmaður farvæl, eftir 30 ár í Løgtinginum. Hann segði, at hann visti seg ongan óvin at eiga í politikki eftir hesi mongu, mongu árini, og at tað var hann sera takksamur fyri.

Fyrstu ferð eg tosaði við hann, var sum journalistur. Djarva samgongan við Fólkaflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og Tjóðveldisflokkinum hevði sett kós ímóti fullveldi, og Anfinn Kallsberg var sum løgmaður oddamaður.

Útlitini til at luttaka í fólkaatkvøðuni vóru so spennandi, at tað illa rúmast á einari reglu. Søguna kenna tit. Men júst hetta serstaka tíðarskeið gjørdi, at Føroya løgmaður var í miðlunum ofta. Ella, rættari sagt, miðlafólk royndu dagliga at fáa ymiskar viðmerkingar frá løgmanni, men Anfinn Kallsberg var ikki ein politikari, sum rann eftir miðlunum. Tvørturímóti. Var hann fyrst farin norður til Viðareiðis, so var ikki vist, at til bar at fáa orðið á hann. Tað var ikki á bonaðu gólvunum, at Anfinn treivst best, men í heimliga jørildinum.

Tá Anfinn Kallberg tosaði, so lurtaðu fólk. Hann var jarðbundin, hevði eina góða rødd og orðaði seg greitt, sum saman við medferð hansara gav honum ein myndugleika. Hann var eitt av hesum menniskjunum, ið ikki hava tørv á áhaldandi at seta orð á alt og øll, men eru til reiðar at bera sítt fram á torg, tá tey vita, at tað ger sína nyttu.

Bæði viðhalds- og mótstøðufólk siga um Anfinn, at hann var gløggur, skilti støðuna skjótt, og kanska var hansara størsta styrki, at hann dugdi óvanliga væl at mýkja støðurnar og lata tíðina arbeiða fyri málinum. Hann var savnandi, og setti ikki tingini svart-hvítt upp. Men hann var eisini snúgvin, og visti væl, nær berast skuldi skjótt at, fyri at fáa ting samtykt. Og hann hevði stóra undirtøku millum fólkið, tað sást bæði í valúrslitum og í veljarakanningum, har spurt var um, hvønn løgmann fólk ynsktu sær.

Hendan týsdagin, fyri júst viku síðani, sótu vit bæði Beinir, formaður Fólkafloksins, og prátaðu í kantinuni. Vit umrøddu júst Anfinn, og ta virðing, sum stóð um hann. Hetta sama kvøld frættust boðini um, at hann var farin, einans 76 ára gamal.

Hóast Anfinn ikki longur var á politiska pallinum, og heldur ikki sást nógv alment hesi seinastu árini, so vitnaði mannamúgvan í gjár um, at hann á ongan hátt er gloymdur.

Seinast fleiri okkara hoyrdu Anfinn í kjaki var í apríl 2021, tá skipað varð fyri kjakfundi í Klaksvík um fullveldistilgongdina um aldarskiftið og um leiðina frameftir.  Tað var so stak áhugavert at hoyra og síggja Anfinn, Høgna, Helenu og Karsten sita lið við lið og greiða frá og svara spurningum. Tað kendist loysandi og lekjandi onkursvegna at fáa sett orð á eitt hitt mest bjartskygna, men eisini sára tíðarskeið í føroyskum politikki. Tað er so nógv, eg vildi spurt Anfinn um afturat tí, sum hetta kvøldið rúmaði. Og lítil ivi mann vera um, at ævisøga hansara er meira spennandi og áhugaverd enn hjá teimum flestu. 

Anfinn Kallsberg var stórriddari av íslendska falkinum og riddari av danabrók. Hann var tjóðskaparmaður. Og uttan iva hevði hann við stoltleika borið eitt føroyskt heiðurs- og takkartekin fyri hansara tøk, landi og fólki at frama.  

Men hóast Anfinn Kallsberg var politikari um ein háls, so var hann fram um alt familjumaður. Fólkaflokkurin skrivar vakurt um familjumannin Anfinn, og um hvussu konan, Berghild, var trúfasti stuðul og ráðgevi hansara. Tankar okkara leita til Berghild Kallsberg, synirnar, verdøtur, abba- og langabbabørnini og bera vit teimum djúpa samkenslu.

Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um Anfinn Kallsberg.

Og eg vil biðja tykkum reisa tykkum so vit saman í friði eina løtu kunnu minnast Anfinn Kallsberg.

Takk fyri!

 

Á Løgtingi, 27. februar 2024

Bjørt Samuelsen

løgtingsforkvinna