Flemming Mikkelsen
05.08.2026

Minningarorð um Flemming Mikkelsen, fyrrverandi løgtingsmann

Fríggjadagin 31. juli andaðist fyrrverandi løgtingsmaður, Flemming Mikkelsen, 95 ára gamal.

Flemming Mikkelsen varð føddur 21. novembur 1930 í Vági.

Mamma Flemming var Louisa Mikkelsen úr Vági. Umstøðurnar gjørdi tað tó so, at hann vaks upp hjá Tummasi, Tummas hjá Ingu, og Lisu Nielsen.

Flemming bleiv giftur Irenu Mikkelsen, fødd Lognberg úr Skopun, í 1951. Tey fingu trý børn.

Virkna lívið hjá Flemmingi kann á ein hátt deilast upp í tvey. Fyrra tíðarskeiðið sum maskinsmiður og seinna tíðarskeiðið sum løgtingsmaður.

21 ára gamal bleiv hann útbúgvin maskinsmiður. Hann lærdi og starvaðist á Garðasmiðjuni, har hann starvaðist til 1980.

Tey seinnu árini starvaðist hann sum smiðjumeistari.

Hóast seinna starvsleiðin hjá Flemmingi var sum løgtingsmaður, slepti hann ongantíð smiðjuni heilt. Hann hevði serstakliga góð evni til júst tað arbeiðið. Tá tað lá fyri, hjálpti hann til. Tí var hann eisini av og á við til nakrar av nýbyggingunum í 80´unum í Vágs Skipasmiðju.

Flemming Mikkelsen var ein álitismaður. Hann var eisini ein sera fyrikomandi og vælumtóktur maður, hóast stillur og fáorðaður.

Ein arbeiðaratingmaður av gamla slagnum: smiður av yrki og fakfelagsmaður í Framtíðini.

Í 1976 varð hann fyrstuferð valdur inn í bygdaráðið í Vági. Tvey ár seinni varð hann valdur í Løgtingið. Flemming metti seg tó ikki kunna røkja bygdaráðs- og løgtingssessin til fulnar samstundis. Tí segði hann sessin frá sær í Vágs bygdaráði í 1980 og sat síðan sum løgtingsmaður til 1994. Hann varð síðan aftur valdur í 1998 og sat tá til 2002. Tá var Flemming 71 ára gamal og valdi ikki at stilla uppaftur.

Flemming Mikkelsen umboðaði Sambandsflokkin í Fíggjarnevndini, Marknaðarnevndini og Landsstýrismálanevndini í Løgtinginum.

Ígjøgnum lívið var hann harumframt eisini limur í bæði skúlanevndini, líkningarnevndini í Vági, nevndarlimur í Føroya Vanlukkutrygging og í grunninum fyri óarbeiðsførar fiskimenn. Hann var formaður í Ráðleggingarnevndini fyri Sjúkrahúsverk Føroya, til hon varð avtikin í 1996, og limur í stýrinum fyri Suðuroyar Sjúkrahús, til hetta varð niðurlagt í 1996. Frá 1997 var hann eitt stutt skifti nevndarlimur í Meginfelagi Sjúkrakassa Føroya.

Eitt, sum sermerkti Flemming her í Løgtinginum, var hansara serligi máti at vera og virða tey, hann ikki var samdur við. Tað var í lagi at vera samdur um at vera ósamdur. Ein ikki heilt sjálvsagdur eginleiki, tá bylgjurnar kunnu ganga høgt.

Fyri sjey árum síðani fluttu Flemming og Irena á eldrasambýlið í Vági. Har hava tey trivist væl. Tey bæði fingu trý børn saman, sum hava givið teimum níggju abbabørn, 19 langabbabørn og eitt oldurabbabarn. Hóast høgan aldur, var Flemming klárur til tað síðsa og mintist eitt nú bæði nøvn og føðingardagar á øllum eftirkomarunum.

Góðu Irena, Súsanna, Tulla og Sonne, við øllum tykkara.

Djúpa samkenslu senda vit tykkum, og vit minnast Flemming við takksemi fyri tað, hann var, og alt hann bar landi og fólki.

Friður verið við minninum um tingmannin, sála Flemming Mikkelsen.  

 

Johan Dahl,

løgtingsformaður