Olaf Olsen
Mynd: Olaf Olsen, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður.
10.09.2026

Minningarorð um Olaf Olsen, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismann

Hósdagin 27. august andaðist Olaf Olsen, 91 ára gamal. Olaf Olsen varð borin í heim hin 17. apríl 1935 í Søldarfirði.

Foreldrini vóru Agnas og Jákup Olsen, vanliga nevndur Jakku í Søldarfirði.

Olaf var giftur Hannu fødd Sundstein, úr Havn. Saman fingu tey fýra børn.

Elstur av átta systkjum og ein uppvøkstur undir trongum korum fekk hann tíðliga ábyrgd heima. Longu sum 14 ára gamal fór hann til skips. Júst sjólívið og fiskivinnan gjørdust ein týðandi partur av hansara lívi.  

Í 1959 varð hann útbúgvin stýrimaður og skipsførari í 1965. 33 ára gamal byrjaði hann síðan eitt langt og virkið lív í føroyskum vinnulívi. Tá keypti hann, saman við øðrum, ídnaðartrolaran Vónina. Nøkur ár seinni stovnaðu hann og aðrir síðan trolvirkið Vónina í Fuglafirði. Tað var millum annað eisini um hetta mundið, at farið varð undir at umbyggja kuba-trolararnar, sum síðan gjørdust ein týdningarmikil partur av føroysku fiskivinnuni. Stjóri í trolvirkinum Vónini og felagnum Beta, sum rak kuba-trolararnar gjørdist hansara lívsstarv.

Olaf Olsen var eisini við til at seta Fiskamarknað Føroya og síðan Kassamiðstøðina á stovn, umframt at hann hevði eina ørgrynnu av øðrum álitissessum ígjøgnum lívsleiðina. Hann var sostatt ein sannur íverkseti og slóðari í føroyskum vinnulívi. 

Olaf Olsen var tiltikin sáttligur og fyrikomandi maður. Tað veri seg í Løgtingi, landsstýri, samkomu, heima ella hvar tað so var, so kendi mann hann aftur og visti altíð, hvar mann hevði hann.

Olaf Olsen varð fyrstu ferð valdur á ting fyri Fólkaflokkin í 1980. Her sat hann í 14 ár, fram til 1994. Hesa tíðina vóru í tveimum førum boð eftir honum úr landsstýrinum. Frá 1981 til 1983 var hann landsstýrismaður í fiskivinnu- og handilsmálum, og frá 1989 til 1991 umsat hann ídnaðar-, heilsu- og landbúnaðarmál. Seinna skeiðið í landsstýrinum var hann eisini varaløgmaður.

Olafi og Hannu untist 58 ár saman sum hjún. Eftir at Hanna fór fyri seks árum síðani, byrjaði hann at hugsavna seg meir og meir um tað hinumegin, líka so nógv sum lívið hesumegin.

Fyrsti sangur, ið varð sungin til jarðarferðina hjá Olafi, var “Mær leingist at síggja staðin”. Ein sangur, ið hevði stóran týdning fyri Olaf. Serliga síðan Hanna fór. Tí honum longdist at sleppa heim.

Olaf plagdi sjálvur at taka til, at hann hevði livað eitt langt og ríkt lív. Og nú hann fór, var hann mettur av døgum.

Góðu Malan, Ragnar, Ester og Hanna við øllum tykkara. Djúpa samkenslu senda vit tykkum, og minnast vit Olaf Olsen við takksemi fyri tað, hann var, og alt tað hann bar landi og fólki. 

Friður verið við minninum um tingmannin, sála, Olaf Olsen. 

Eg fari at biðja tingfólk reisast og saman við mær minnast Olaf Olsen í tøgn.

 

Á Løgtingi 10. septembur 2026

Johan Dahl

løgtingsformaður