Móttøka í samband við at Sólja í Ólavsstovu er givin í embætinum, sum Løgtingsins umboðsmaður, og at Hanna Vang hevur tikið við embætinum

20.05.2021
Týsdagin 18. mai skipaði Løgtingið fyri móttøku í sambandi við, at Sólja í Ólavsstovu er givin í embætinum, sum Løgtingsins umboðsmaður, og at Hanna Vang hevur tikið við embætinum. Vegna umstøðurnar við Korona var móttøkan ikki almenn, men bert fyri innbodnum, har m.a. tingmenn, landsstýrið, embætisfólkini hjá umboðsmanninum, Sólja í Ólavsstovu og Hanna Vang við teirra avvarandi vórðu boðin við. Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður helt røðu, har hann takkaði Sólju í Ólavsstovu fyri tey stívliga 15 árini, sum hon hevur røkt embætið vegna Løgtingið, eins og hann ynskti Honnu Vang vælkomnari í embætið. Talan var um eina hugnaliga løtu, har sløk 80 fólk vóru savnaði í tinginum at heiðra tær báðar.