Fundur Millum Forfólkini Fyri Norðurlendsku Parlamentini 4
Mynd: Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, á talgildum fundi við starvsfelagar sínar í hinum Norðurlondunum.
24.03.2026

Norðurlandadagur: Tingforsetar hittust á talgildum fundi

Í sambandi við Norðurlandadagin 23. mars luttók løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen, á talgildum fundi við norðurlendsku starvsfelagar sínar. 

Fundurin var liður í eini røð av tiltøkum, sum Norðurlondini skipaðu fyri á degnum.

Ymisk viðurskifti vórðu umrødd. Allir luttakarar greiddu frá viðkomandi politiskum evnum, ið eru á breddanum í teimum einstøku londunum. Harumframt varð komið inn á skránna hjá finska og álendska formansskapinum í Norðurlandaráðnum.

Í skránni verður dentur lagdur á trygd, kreppuhandfaring og tilbúgving, umframt talgildan og sálarligan reystleika. Í tí sambandi vísti løgtingsforkvinnan á, at tað hevur stóran týdning, at Føroyar, Grønland og Áland verða tikin við í alt norðurlendskt samstarv um tilbúgving, verju- og borgaravernd, soleiðis sum eisini víst verður á í uppskotinum, sum føroysku umboðini hava lagt fyri Norðurlandaráðið – “styrket nordatlantisk beredskab og forsyningssikkerhed – et fælles nordisk ansvar”.

Løgtingsforkvinnan gleddist harumframt um økta leiklutin, sum Føroyar, Grønland og Áland hava fingið í norðurlendska samstarvinum, eitt nú við føstum sessi í formansskapi Norðurlandaráðsins, og um, at ein nevnd nú er sett at endurskoða Helsingforsavtaluna. 

Føroyar hava í ár, saman við Danmark, formansskapin í Norðurlendska ráðharraráðnum. Komandi ár taka Føroyar, saman við Danmark og Grønlandi, við formansskapinum í Norðurlandaráðnum.

Stóri árligi Norðurlandaráðsfundurin verður í Helsinki í oktobur í ár.  

Sí skránna hjá Finnlandi og Álandi fyri 2026 her: Nordisk övergripande säkerhet

 


Mynd: Norðurlendsku fløggini veittraðu uttanfyri Løgtingið, í samband við Norðurlandadagin. 


Mynd: Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna og Johnhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, luttaka á talgilda fundinum við starvsfelagar í hinum Norðurlondum.