
Norðurlandadagurin: Løgtingsforkvinnan á fundi við norðurlendsku starvsfelagarnar
Í morgun var fundur millum tingforfólkini í teimum norðurlendsku tingunum. Løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen, luttók á talgilda fundinum við norðurlendsku starvsfelagar sínar, har ymisk viðkomandi viðurskifti vórðu umrødd.
Fundurin er liður í eini røð av fleiri tiltøkum, sum Norðurlondini skipa fyri, nú Norðurlandadagurin er fyri framman.
Norðurlandadagurin verður komandi sunnudag 23.marts.
Føroyskur limaskapur umrøddur
Løgtingsforkvinnan legði á fundinum dent á týdningin at, at Norðurlondini stuðla ynski Føroya, um at gerast fullgildigur limur í Norðurlandaráðnum, og at fáa fast pláss í formansskapinum.
Hetta var eisini nakað, sum eitt nú íslendska umboðið, Bryndis Haraldsdóttir, bæði tók undir við og undirstrikaði stóra týdningin av. - Neyðugt er við samstarvi við baltisku londini og londini kring Arktis, men fyrst og fremst eiga vit at innlima hini londini í norðurlendska samstarvið, segði Bryndis Haraldsdóttir, næstforkvinna í íslendska Altinginum.
Norðurlendska samstarvið størri týdning nú enn nakrantíð
Elsta økispolitiska samstarvið í heiminum, varð undirskrivað ímillum Norðurlond í árunum eftir seinna heimsbardaga. Endamálið var at tryggja norðurlendsku londunum trygd, at varðveita fólkaræði og at skapa frið.
- Norðurlendska røddin hevur, sum ein rødd fyri fólkaræði og sameining, størri týdning nú enn nakrantíð, nú einaræðisharrar sameinast og fólkaræðið missir lendi, segði Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna.
Løgtingsforkvinnan vísti í hesum sambandi á týdningin av tættari norðurlendskum samstarvi. Eitt nú tá viðvíkur veitingartrygd í mun til mat, reint vatn, heilivág og kaðaltrygd fyri borgararnar í Norðurlondum.
Svenskur formansskapur
Svøríki tók við formansskapinum í Norðurlandaráðnum í ár. Í tí sambandi luttók forsetin fyri norðurlandaráðið, Helené Bjørklund, á fundinum og legði skránna fyri 2025 fram: Norden tillsammans - Nordiska nytta och sammanhållning i en orolig tid.
Í skránni verður dentur lagdur á samanhald í einum ótryggum heimi og gerandisvirði, umframt at sameina arbeiðið hjá Norðurlandaráðnum enn betrur í landsins parlamentum.
Ein tann mest nágreiniliga viðgerðin í øllum Norðurlondum er í Løgtinginum
Júst sameining av arbeiðnum hjá Norðurlandaráðnum og hvussu forfólkini og tingið kann verða við til at tryggja, at norðurlendska arbeiðið verður framt í teimum norðurlendsku tingunum, var eitt av evnunum, ið dentur varð lagdur á á fundinum.
Forfólkini greiddu frá, hvussu tilráðingar frá Norðurlandaráðnum verða viðgjørdar í teimum ymsu tingunum.
Í Føroyum verða tilráðingarnar lagdar fyri Løgtingið, sum eitt uppskot til samtyktar. Uppskotið fær síðani viðgerð í Løgtingsins Uttanlandsnevnd, sum skrivar álit í málinum.
Síðani fer uppskotið til 2.viðger í Løgtinginum, har tað verður endaliga samtykt ella felt.
Eftir at hava hoyrt forfólkini í hinum norðurlendsku tingunum greiða frá, hvussu tey viðgera tilráðingarnar, er greitt, at viðgerðin í Løgtinginum ein hin mest nágreiniliga í øllum Norðurlondum. Í Løgtinginum verður norðurlendska arbeiðið raðfest høgt.
Síðst í marts mánaði verður ein sokallað tema-sessión í Helsinki, har tey bæði føroysku umboðini luttaka.
Skráin sæst her.