Norðurlendsk fakfelagsleiðslur vitjaðu Løgtingið
Umboð fyri fakfelagssamskipan í Norðurlondum, NFS, vitjaðu mikudagin í Løgtinginum. Hetta vóru ovastu leiðslurnar í fakfelagssamskipanum úr Danmark, Noregi, Svøríki og Finnlandi. Tey eru komin til Føroya at halda stýrisfund, sum á fyrsta sinnið verður hildin her. Fundurin verður í Norðurlandahúsinum flaggdagin.
Í Løgtinginum greiddi løgtingsforkvinnan gestunum frá søgu Løgtingsins og um føroyskan politikk.
Mynd: Sonja Jógvansdóttir, Samtak