Norska sendikvinnan vitjaði Løgtingið
Norska sendikvinnan í Danmark, Tone Allers, hitti í gjár løgtingsformannin, Johan Dahl.
Í tingsalinum greiddi løgtingsformaðurin frá søguni hjá Løgtinginum. Eftir hetta varð tosað um ymisk viðurskifti av felags áhuga. Harímillum vórðu støðan hjá Føroyum í mun til serliga ES og spurningurin um føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum umrødd.
Við í fylginum hjá norsku sendikvinnuni var eisini Petur Even Djurhuus, norskur konsul í Føroyum.
Tone Allers gjørdist norsk sendikvinna í Danmark í fjør og situr til 2029. Undan hesum hevur hon millum annað verið sendikvinna í Jordan í eitt fimm ára tíðarskeið.