Reglugerð fyri fjølmiðlar í Løgtinginum

05.02.2020
Reglugerð
fyri fjølmiðlar í Løgtinginum

Tað er ein týðandi lutur í demokratinum, at fjølmiðlarnir hava møguleika at fylgja við tingarbeiðinum í Løgtinginum. Samstundis er neyðugt, at fjølmiðlarnir virða reglurnar um skilhald v.m., sum eru galdandi í Løgtinginum, eins og hølisumstøðurnar seta nøkur natúrlig mørk fyri, hvat er gjørligt. Fyri at fáa hesi viðurskifti at ganga hond í hond í mest møguligan mun, hevur Formansskapurin ásett hesar reglur fyri virksemið hjá fjølmiðlunum í Løgtinginum:

Atgongd sum heild
§ 1. Fjølmiðlarnir hava atgongd til Løgtingið, tá ting- og nevndarfundir eru, og annars eftir avtalu við løgtingsformannin ella umsitingina. FjøImiðlafólk eiga at bera sjónligt frámerki, sum fæst í Løgtinginum, og sum vísir, at tey umboða fjøllmiðlarnar, tá tey eru her.
Stk. 2. Fjølmiðlarnir eiga rætt til Fjølmiðlarúmið, og kunnu taka myndir og gera samrøður í Fjølmiðlarúminum, í forhøllini og á økinum uttanfyri Løgtingið. Samrøður við tingmenn, løgmann og landsstýrismenn kunnu eisini gerast í hølunum uppi á loftinum í tinghúsunum.
Stk. 3. Fjølmiðlarnir kunnu eisini gera samrøður við tingmenn, løgmann og landsstýrismenn í hølunum á 2. hædd eftir avtalu við løgtingsformannin ella umsitingina.

2. hædd
§ 2. Fjølmiðlarnir hava atgongd til gongina á 2. hædd, tá nevndarfundir eru, men hava ikki atgongd til einstøku fundarhølini, uttan at hetta er eftir avtalu við umsitingina ella við nevndarformann, tá nevndarfundur er.
Stk. 2. Fjølmiðlarnir hava ikki rætt til at gera ljóð- og myndaupptøkur á 2. hædd, uttan at hetta er avtalað við partarnar frammanundan. Hetta skal ikki nerva annað virksemið í hølunum.

Tingsalurin
§ 3. Tá tingfundur er, hava myndafólk hjá føroysku fjølmiðlunum atgongd til at taka myndir í tingsalinum. Onnur fjølmiðlafólk hava ikki loyvi at fara fram í tingsalin, men kunnu vera á áhoyraraplássunum ella í klivunum uppi á Ioftinum.
Stk. 2. Myndir kunnu takast við myndatóli á stativi úr báðum hornunum fremst í salinum og úr horninum aftast í salinum í niðara borð, og annars við handbornum myndatóli fram við báðum síðunum í salinum, sbr. tó § 4, stk. 2.
Stk. 3. Myndaútgerðin má ikki órógva tingarbeiðið og møguleikan hjá tingmonnum og øðrum at røkja sítt virksemið í tingsalinum. Um neyðugt kann Løgtingið at avmarka talið av myndafólkum, sum kunnu vera í salinum samstundis.

Skilhald
§ 4. Fjølmiðlarnir eiga at hugsa um, at Løgtingið eisini er arbeiðspláss hjá øðrum, og tí vísa fyrilit í so máta.
Stk. 2. Myndatøka í Løgtinginum skal ikki endurgeva innihald í ikki almennum skjølum ella á telduskíggjum, og skulu slíkar myndir kámast, áðrenn tær verða nýttar.
Stk. 3. Útgerð o.l. skal ikki vera til ampa ella tarna gongdini millum ymsu hølini í tinginum. Fjølmiðlarnir skulu í lutum taka upp eftir sær sjálvum, so alt er ruddiligt, og skulu rætta seg eftir boðum frá umsitingini hesum viðvíkjandi.
Stk. 4. Ivamál um hesar reglur, eiga at verða tikin upp við umsiting tingsins, sum tekur avgerð um ivamálini.
Stk. 5. Greið ella endurtikin brot á hesar reglur kunnu hava við sær, at einstaki heilt ella lutvíst verður vístur burtur úr tinginum í ávíst tíðarskeið.

Samtykt á fundi í Formansskapinum, 3. august 2020


Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður
/
Johnhard Klettheyggj
løgtingsstjóri