Reingerðarfólk hjá Løgtinginum

26.10.2023

Tvey størv sum reingerðarfólk hjá Løgtinginum (½ tíð) eru leys at søkja til setan skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

Uppgávurnar hjá reingerðarfólkunum verða at gera reint í leigaðu hølum Løgtingsins á Tinghúsvegi 5 eftir nærri ásettari ætlan, umframt at avloysa hvørt annað, um viðkomandi er burtur frá arbeiði. Møguleiki verður hjá teimum, sum sett verða, at leggja arbeiðstíðirnar til rættis í ávísan mun, men arbeiðið verður í høvuðsheitum eftir vanliga arbeiðstíð/um kvøldið.

Tey, ið sett verða, skulu hava royndir frá reingerðararbeiði aðrastaðni og skulu kunna samskifta á føroyskum.

Starvið verður lønt samsvarandi sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Johnhard Klettheyggj, stjóra, á tlf. 520294, ella Maiken Olsen, reingerðarfólk, á tlf. 255079.

Umsóknir saman við møguligum starvsváttanum ella ummælum skulu sendast til: Løgtingið, Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208, 110 Tórshavn ella við telduposti til starv@logting.fo og skulu vera Løgtinginum í hendi í seinasta lagi mánadagin, 13. novembur 2023, kl. 12.00.