Sámatingið vitjað í Løgtinginum

17.01.2024

Starvsnevndin hjá Sámediggi, sámiska tinginum, hevur vitjað í Føroyum dagarnar 15.-18. januar. Á ferðini hava tey verið í Løgtinginum og kunnað seg um tingskipanina, mannagongdir og um politiska arbeiðið í tinginum. Tey hava eisini havt fund við formansskapin í Løgtinginum. Umframt at vitja í Løgtinginum týsdagin og mikudagin, hevur fylgið vitjað í Listasavninum og hjá SEV í Húsahaga.

Við á ferðini eru Tom Sottinen, alfundarformaður í Sámatinginum, Tor Gunnar Nystad, alfundarnæstformaður og formaður í starvsnevndini, Elisabeth Erke, Piera Heaika Muotka, Vibeke Larsen, sámatingfólk umframt embætisfólk.

Hetta sámatingið hevur heimstað í Karasjok í Norra. Sámating eru eisini í Svøríki og Finnlandi. Til ber at kunna seg um norska Sámatingið á sametinget.no

Á myndini síggjast frá vinstru Tor Gunnar Nystad, Tom Sottinen, Bjørt Samuelsen, Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, Elisabeth Erke, Vibeke Larsen og Piera Heaika Muotka.