14Des20 ÓF (2)
24.02.2022

Seinasta freist at lata Løgtinginum uppskot

Seinasta freist at lata Løgtinginum uppskot, sum skulu viðgerast hesa tingsetuna, er mánadagin 28. februar, kl. 12.
Uppskot, sum ikki eru umsitingini í hendi tá, kunnu einans verða løgd fram í vár, um tey eisini hava frávik við undirskriftum frá 17 tingmonnum.

Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður