
Seinasta freist at lata Løgtinginum uppskot
Seinasta freist at lata Løgtinginum uppskot, sum skulu viðgerast í hesari tingsetuni, er fríggjadagin 26. februar, kl. 12. Uppskot, sum ikki eru umsiting Løgtingsins í hendi tá, kunnu bert verða løgd fram við 17 undirskriftum.
Framløgutingfundurin verður seinnapartin fríggjadagin 5. mars.