
Sendifólk úr 50 londum vitjaðu Løgtingið
Løgtingið fekk í gjár vitjan av stórari sendinevnd við sendifólkum úr knapt 50 londum kring allan heim. Sendifólkini eru her fyri at kunna seg um Føroyar og føroysk viðurskifti, og tað er danska uttanríkisráðið, sum skipar fyri ferðini. Við á ferðini vóru eisini nøkur embætisfólk, umframt makar hjá sendifólkum, so fylgið taldi omanfyri 70 fólk.
Løgtingsforkvinnan greiddi í tingsalinum frá søgu Løgtingsins umframt hvussu fólkavalda tingið í dag er skipað, um flokkarnar og um aktuell mál, sum Løgtingið hevur viðgjørt hesa tingsetuna. Áhugin og hugurin at spyrja var stórur hjá gestunum, sum eftir framløguna vórðu boðin ein miðmála og kaffimunn við góðum føroyskum rávørum.
Saman við løgtingsforkvinnuni luttóku eisini Jóhannis Joensen og Johan Dahl, næstformenn, umframt Bjarni Hammer, formaður í uttanlandsnevndini og Erhard Joensen, formaður í vinnunevndini.