Septemburfundur Norðurlandaráðsins í Reykjavík
Í døgunum 14. og 15. septembur hevði Norðurlandaráðið sín árliga septemburfund. Fundurin varð hesa ferð hildin í Altinginum í Reykjavík. Føroysku limirnir í Norðurlandaráðnum, Sunnvá Dahl Høgfeldt og Bjørg Brynhildardóttir Egholm, luttóku á fundinum.
Mánadagin vóru fundir í politisku bólkunum, og týsdagin hittust limirnir í teimum ymisku nevndunum.
Sunnvá Dahl Høgfeldt er føroyskt umboð í formansskapi Norðurlandaráðsins. Formansskapurin viðgjørdi og góðkendi roknskapirnar hjá Norðurlandaráðnum og Norðurlendska ráðharraráðnum. Eisini viðgjørdi formansskapurin fyri seinastu ferð uppskotið um eina ætlan fyri samfelagstrygd, áðrenn tað verður lagt fyri Norðurlandaráðið á ársfundinum síðst í oktobur.
Í hesum sambandi vitjaði Axel Hagelstam, stjóri fyri finska Försörjningsberedskapscentralen (deildin fyri veitingartilbúgving í Finnlandi), formansskapin. Hann greiddi frá, hvussu arbeitt verður í Finnlandi fyri at tryggja grundleggjandi samfelagsvirksemi, tá kreppur og undantaksstøður taka seg upp.
Bjørg Brynhildardóttir Egholm er limur í mentanarnevnd Norðurlandaráðsins, Udvalget for Kundskab og Kultur. Nevndin vitjaði millum annað Norðurlandahúsið í Reykjavík, har stjórin, Sabina Westerholm, vísti limunum runt og greiddi frá virkseminum í húsinum.
Á fundi við mentanarnevndina greiddu Gísli Ragnar Guðmundsson, serfrøðingur í nýtslu av vitlíki í útbúgvingarskipanini, og Ásgerdur B. Ingunnardóttir, miðnámsskúlalærari á Menntaskólin í Reykjavík, frá møguleikum og avbjóðingum við vitlíki í undirvísingini. Eisini varð komið inn á tær stúranir, sum nýtslan av tøknini hevur elvt til.
Mentanarnevndin viðgjørdi harumframt fleiri ítøkilig mál. Millum teirra var ein tilráðing um at gera eina ætlan, sum skal styrkja norðurlendska samstarvið um ljóð- og myndaframleiðslur og gera Norðurlond meira áhugaverd hjá framleiðarum av slíkum tilfari.

Mynd: Sunnvá Dahl Høgfeldt og Bjørg Brynhildardóttir Egholm, føroysku umboðini í Norðurlandaráðnum.