Skrivstovan er stongd millum jóla og nýggjárs

20.12.2023

Skrivstovan hjá Løgtinginum er stongd í døgunum 27.-29. desembur 2023. Møgulig skriv, spurningar og svar, sum verða send okkum eftir 22. desembur verða tí ikki avgreidd, fyrr enn latið verður uppaftur týsdagin 2. januar 2024. Um átrokandi boð eru, ber til at ringja til Johnhard Klettheyggj, løgtingsstjóra, á tlf. 520294.

Løgtingið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.