Processed 44020866 F452 4A51 B261 7460F69C76BD
Mynd: Hervør Pálsdóttir, 2. næstforkvinna, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, 1. næstforkvinna í formansskapinum í Løgtinginum. Mynd: Heidi Lava Elgeirsdóttir
16.11.2026

Søguligur dagur í Løgtinginum

Mikudagurin 11. novembur 2026 gjørdist ein serligur dagur í søguni hjá Løgtinginum. Hetta var fyrstu ferð, at ein drúgvur tingfundur hevur verið, har kvinnur einsamallar stóðu fyri leiðsluni av tingfundinum. 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, 1. næstforkvinna stýrdi fundinum og henni til hjálpar var Hervør Pálsdóttir, 2. næstforkvinna. 

Johan Dahl, løgtingsformaður var burturstaddur í arbeiðsørindum á Fólkatingi, har hann skuldi hitta Volodymyr Zelenskyj, forseta í Ukraina, meðan Jóhannis Joensen, 3. næstformaður luttók á ST-aðalfundi í USA vegna Løgtingið.

Formansskapurin í tinginum varð tískil burturav mannaður við kvinnum hendan dagin. Umsitingarliga leiðslan var eisini á kvinnuhondum, tí varastjórin hevði umsitingarligu ábyrgdina, meðan stjórin var burturstaddur í arbeiðsørindum. Allir tingskrivarar, sum hjálptu politisku leiðsluni at avgreiða fundin, vóru sum vant eisini kvinnur.