Sólja í Ólavsstovu heldur fram sum Løgtingsins umboðsmaður til 1. apríl 2021

06.01.2021
Hanna Vang, ið er vald til Løgtingsins umboðsmann frá 1. januar 2021, kann ikki byrja í embætinum fyrr enn 1. apríl í ár,
Sólja Ólavsstovu heldur fram sum Løgtingsins umboðsmaður til 1. apríl 2021

Í sambandi við, at Hanna Vang, ið er vald til Løgtingsins umboðsmann frá 1. januar 2021, ikki kann byrja í embætinum fyrr enn 1. apríl í ár, hevur Formansskapurin í Løgtinginum heitt á Sólju í Ólavsstovu um at halda fram í embætinum tríggjar mánaðir afturat. Hesum hevur Sólja í Ólavsstovu játtað, og røkir hon tí embætið sum Løgtingsins umboðsmaður fram til 1. apríl, tá Hanna Vang tekur við embætinum.