Starv sum húsavørður í Løgtinginum

15.03.2024

Søkt verður eftir einum húsavørði at starvast í Løgtinginum hálva tíð (helst fyrrapart) at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

Uppgávurnar fevna m.a. um við tilvísing til umsjónarmannin:

  • at halda økið uttanum Løgtingið reint og ruddiligt
  • at sláa grasið á tinghúsvøllinum og halda hendan
  • at seta upp og flyta innbúgv í sambandi við fundir o.a.
  • at taka sær av ymsum viðlíkahaldi innan- og uttandura
  • at avloysa umsjónarmannin, tá hesin er burturstaddur

Talan er um eitt hálvtíðarstarv, men til tíðir kann hugsast, at meira er at gera. Ynskiligt er, at tú hevur handverksútbúgving og royndir frá starvi sum húsavørður umframt koyrikort. Harumframt krevst, at tú hevur góð samstarvsevni, ert nærlagdur/nærløgd og ábyrgdarfull/-ur, og at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt.

Starvið verður lønt samsvarandi sáttmálanum millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir saman við møguligum prógvum o.ø. skulu vera Løgtinginum í hendi í seinasta lagi týsdagin 2. apríl 2024, kl. 12. Umsóknir kunnu sendast við telduposti til starv@logting.fo ella við vanligum brævi til Løgtingið, Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208, 110 Tórshavn.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Johnhard Klettheyggj, stjóra, á tlf. 520294.