Steffan Abrahamsson Løkin fyri Fróða Magnussen
Løgtingsmaður, Fróði Magnussen hevur í skrivi, dagfest 25. mai 2026, biðið um farloyvi. Samstundis hevur løgtingsmaðurin biðið um at lata næsta fólk á lista Fólkafloksins taka sæti á tingi.
Hetta galdandi frá 26. mai 2026 til 1. juni 2026.
Næstur á lista Fólkafloksins er Steffan Abrahamsson Løkin, sum í hesum sambandi hevur tikið sæti á tingi.