
Stroyming av tingfundi uttan ljóð
Aftaná streymslit í samband við arbeiðið viðvíkjandi Havnará, er partur av ljóðútgerðini hjá Løgtinginum óvirkin, og tí sæst stroymingin frá tingfundunum í dag á netinum einans sum mynd og uttan ljóð.
Tingfundurin sæst heldur ikki í sjónvarpinum, men hoyrdist á FM-tingvarpinum hjá R2-net. Ljóðupptøkur frá fundunum úr backup-skipan okkara verða lagdar á heimasíðuna í hesari vikuni.
Johnhard Klettheyggj
Løgtingsstjóri