Summarfundir í Norðurlandaráðnum
Á hvørjum ári hava ymsu nevndirnar og formansskapurin í Norðurlandaráðnum summarfund ymsastaðni í Norðurlondum.
Formansskapurin, sum Sunnvá Dahl Høgfeldt er limur í, skuldi hava summarfund í Nuuk. Men orsaka ringum veðri í Grønlandi varð hetta av ongum, og fundurin varð í staðin hildin talgilt úr Føroyum.
Udvalget for Kundskab og Kultur i Norden (Mentanarnevndin), sum Bjørg Brynhildardóttir Egholm er limur í, hevði sín summarfund í Skagen. Sum vant vóru ymsar vitjanir á skrá til hendan summarfundin. Hesa ferð vitjaði Mentanarnevndin millum annað á Skagens Museum, á MARTEC, sum er ein av fremstu maritimu útbúgvingarstovnunum í Norðurlondum, og á Tolne Efterskole, sum er eftirskúli fyri ung við serligum tørvi.
Eitt av stóru málunum á skrá hesa ferð, bæði hjá formansskapinum og Mentanarnevndini, var nýggja ætlanin fyri samfelagstrygd, sum Norðurlandaráðið væntandi skal samtykkja í seinni í ár. Eisini varð, sum vant, fíggjarætlanin hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum viðgjørd.
Næsti fundur í Norðurlandaráðnum verður í Íslandi 14. - 15. septembur.