Svenski sendiharrin vitjað Løgtingið
Svenski sendiharrrin í Danmark, Hans Wallmark, vitjar í Føroyum í hesum døgum. Í hesum sambandi hitti hann eisini løgtingsforkvinnuna, Bjørt Samuelsen.
Løgtingsforkvinnan og Hans Wallmark umrøddu ymisk viðurskifti av felags áhuga. Eitt nú sambandið ímillum Føroyar og Norðurlond.
Hans Wallmark er fyrrverandi ríkisdagsmaður. Í fleiri ár var hann eisini í Norðurlandaráðnum, har hann í tveimum førum var forseti.
Hans Wallmark hevur verið svenskur sendiharri í Danmark síðan 20. august í 2024.