Tilmæli um endurskoðaða lønar- og eftirlønarskipan til tingfólk

15.02.2024

Fríggjadagin 16. februar á middegi fær Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna handað eitt tilmæli um nýggja lønar- og eftirlønarskipan til tingfólk. Løgtingsforkvinnan hevur heitt á arbeiðsbólkin, sum gjørdi eitt slíkt álit í 2018, um at dagføra hetta álitið. Í arbeiðsbólkinum sita Jógvan Amonsson, formaður, Maria á Dul og Gunn Ellefsen.

Kl. 12.30 verður álitið lagt fram fyri tingfólkum.
Kl. 13.30 verður tíðindafundur í Løgtinginum, har arbeiðsbólkurin leggur fram dagførda álitið.