Tingarbeiðið komandi tíðina

10.11.2020
Tingmenn, landsstýrismenn o.o., sum hava verið uttanlands, og sum fara at koma í Løgtingið í sambandi við arbeiði her, skulu hava: • eina negativa Covid-19 test í sambandi við heimkomu, og • eina negativa Covid-19 test 6. dagin eftir heimkomu. Hetta er ein ófrávíkilig treyt fyri at kunna møta í Løgtinginum. Áhoyrarar hava framvegis ikki atgongd til tingfundirnar, men kunnu fylgja orðaskiftunum í sjónvarpi, útvarpi ella á heimasíðu tingsins. Í sambandi við nevndarfundir verður gjørd tann undantaksregla, at nevndarlimir, sum orsakað av hesum forboði ella vegna tvungið sóttaruppihald, ikki kunnu møta á nevndarfundi, kunnu luttaka á fundinum umvegis telefon- ella netsamband. Hetta verður í hvørjum einstøkum føri avtalað við nevndarformannin og umsitingina frammanundan. Vinarliga Jógvan á Lakjuni løgtingsformaður