Tingarbeiðið og koronustøðan

24.01.2022
Í sambandi við koronustøðuna í løtuni, verða tingfundirnir hesar báðar næstu vikurnar ikki almennir. Hetta merkir, at einans tingmenn, landsstýrismenn og teirra embætisfólk umframt fjølmiðlarnir hava atgongd til Løgtingið. Fyri at verja arbeiðsgongdina her og minka um váðan fyri, at Løgtingið verður lagt lamið, mælir løgtingsformaðurin staðiliga til, at øll, sum koma í Løgtingið í arbeiðsørindum hesar dagarnar, hava latið seg kannað fyri koronu og hava fingið negativt svar, innan komið verður í tingið. Tað er nøktandi at hava tikið eina negativa skundkanning, uttan so, at ein kennir seg sjúkan. Um ein hevur sjúkueyðkenni, eigur viðkomandi í staðin at lata seg PCR-kanna og fáa negativt svar, áðrenn komið verður í tingið. Løgtingsumsitingin er eisini rakt av koronusjúkuni, og tí er virksemið her nakað darvað næstu dagarnar. Vegna løgtingsformannin Johnhard Klettheyggj løgtingsstjóri