Tingárið av
Løgtingið hevði í dag seinasta tingfund í hesum tingárinum.
Síðani á ólavsøku 2025 hevur Løgtingið havt 59 fundir, ið hava vart 304 tímar. 110 mál eru løgd fram, umframt ein frágreiðing sambært § 51 í Tingskipanini.
Tríggir skrivligir fyrispurningar eru settir hetta tingárið. 85 munnligir fyrispurningar hava verið á skrá á seks fundum. 20 áfráboðaðir fyrispurningar eru settir og svaraðir á trimum fundum.
114 § 52a spurningar eru settir.
Fíggjarnevndin hevur havt 37 fundir, Uttanlandsnevndin 15, Vinnunevndin 12, Trivnaðarnevndin 18, Mentanarnevndin 12 og Rættarnevndin hevur havt 19 fundir. § 25 nevndin hevur havt ein fund.
Løgtingsformaðurin ynskti øllum løgtingskvinnum og løgtingsmonnum eina góða summarfrítíð. Tingfundur verður aftur á ólavsøku, 29. juli kl.13.00.

Mynd: Løgtingsformaðurin, Johan Dahl, á síðsta tingfundi hetta tingárið. Kemur onki serligt mál, verður tingfundur ikki aftur fyrrenn á ólavsøku.