Tingfundir komandi vikuna

05.11.2021
Í sambandi við tingfundirnar komandi og støðuna við koronasmittuni verður heitt á tykkum øll um at fylgja almennu tilmælunum og vera ansin hesa næstu tíðina. Løgtingsformaðurin fer eisini staðiliga at heita á tykkum, um tað á nakran hátt ber til, at testa tykkum – og serliga tey, sum møguliga ikki eru koppsett, ella sum kunnu hava verið útsett fyri smittuvanda ella kenna okkurt á sær. Vísið varsemi og latið tykkum kanna fyri Covid-19, áðrenn komið verður í tingið mánadagin 8. nov. Hetta er eisini galdandi fyri fjølmiðlar o.o., sum koma í tingið í arbeiðsørindum. Tað er okkara felags ábyrgd at verja tingið, soleiðis at hetta eisini kann vera virkisført restina av hesum árinum. Løgtingið er ikki opið fyri almenninginum næstu dagarnar, og tikið verður ikki ímóti vitjandi. Avgerð er tikin um, at tingmenn ikki verða skrásettir fyri fráveru hesa komandi tíðina, meðan smittustøðan er soleiðis, sum hon er í løtuni. Tað er ein 3. viðgerð og síðani bara 1. viðgerðir á skránni mánadagin og týsdagin, so kanska er best at skipa tað soleiðis, at ikki fleiri møta í tinginum, enn tørvur er á. Til 3. viðgerðina mánadagin kundi verið skilagott, at samgonga og andstøða gera eina clearingsavtalu, um neyðugt. Vinarliga vegna løgtingsformannin Johnhard Klettheyggj Løgtingsstjóri