
Tingfundurin 21. juni er avlýstur
Nú semja er gjørd millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag, er grundarlag ikki longur fyri at viðgera løgtingsmál nr. 143/2020. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur boðað frá, at hann ynskir at taka málið aftur.
Tingfundurin, sum varð lýstur at vera mánadagin 21. juni, kl. 16, er tí avlýstur.
Jógvan á Lakjuni, Løgtingsformaður