Trivnaðarnevndin á vitjan á Landssjúkrahúsinum
Fríggjadagin 28. august var Trivnaðarnevndin á kunningarvitjan á Landssjúkrahúsinum.
Per Busk, forstjóri, og Gunnvá Guttesen, varastjóri, vístu nevndini runt og greiddu frá virkseminum á Landssjúkrahúsinum og teimum avbjóðingum, ið liggja fyri framman.
Trivnaðarnevndin vitjaði eitt nú B-bygningin, sum partvís verður umskipaður, nú ávísar deildir eru fluttar í H-bygningin. Síðan vitjaði nevndin eisini føðistovuna í A-bygninginum, áðrenn virksemið har verður flutt í H-bygningin. At enda varð víst runt á nýggju føðideildini í H-bygninginum.
Sí fleiri myndir niðanfyri.




