IMG 5872
Mynd: Limirnir í Trivnaðarnevndini saman við stjóranum og ráðgevunum í Vinnuhúsinum.
21.11.2026

Trivnaðarnevndin á vitjan hjá Vinnuhúsinum

Fríggjadagin 20. novembur 2026 var Trivnaðarnevndin á vitjan hjá Vinnuhúsinum. 

Endamálið við vitjanini var at fáa betri innlit í virksemið hjá Vinnuhúsinum og serliga í viðurskiftini kring sjúkradagpeningaskipanina. 

Vinnuhúsið umboðar 15 feløg, sum eru arbeiðsgevara- og vinnugreinafeløg. 

Stjórin, Niels Winther, greiddi nevndarlimunum í Trivnaðarnevndini frá teimum málum, sum Vinnuhúsið í løtuni raðfestir. Talan er millum annað um starvsfólkatørvin í vinnuni, at lækka kostnaðin av at reka vinnu og at betra um marknaðaratgongdina hjá føroyskum fyritøkum uttanlands. 

Síðan greiddu ráðgevar hjá Vinnuhúsinum frá viðurskiftunum kring sjúkradagpeningaskipanina og viðurskiftunum kring útlendska arbeiðsmegi í Føroyum. 

Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum og Alvi Hjelm, ráðgevi
Mynd: Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum og Alvi Hjelm, ráðgevi í Vinnuhúsinum.