Trivnaðarnevndin á vitjan í norðurøkinum
Hósdagin 18. juni var Trivnaðarnevndin á kunningarferð í norðurøkinum.
Endamálið við túrinum var at fáa kunning og innlit í virkisøkini hjá nevndini. Vitjað varð hjá MEA - húsið fyri familjumenning, Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Umsorganarheiminum Gloria, Barnaverndartænastuni í Eystur- og Fuglafjarðar kommunu og hjá Roðanum í Runavík.
MEA - húsið fyri familjumenning, er ein sjálvsognarstovnur, ið hevur til endamáls at skapa góðan trivnað í heimunum. Vígdis Skorheim, stjóri, og Suni Poulsen, stýrisformaður, tóku ímóti. Tey greiddu eitt nú frá, hvørji tilboð og tænastur húsið veitir. Herundir arbeiðið at seta sjóneykuna á sambandið millum foreldur, og hvønn týdning hetta hevur fyri trivnað og tryggleika hjá børnum.
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fekk nevndin fyrst innlit í søguna hjá sjúkrahúsinum. Síðani fekk nevndin høvi at síggja nýggja MR-skannaran og hoyra um arbeiðið á rannsóknarstovuni á sjúkrahúsinum.
Nevndin vitjaði eisini gomlu læknahúsini, sokallaða Gula Húsið.
Alexandra á Dul, sjúkrahússtjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Súsanna Olsen, varastjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Per Busk, virkandi forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, vístu runt og greiddu frá.
Á Umsorganarheiminum Gloria tóku Mamy Dahl Sørensen, leiðari, og Hallgerð Akurstein, stýrislimur ímóti og greiddu frá. Umsorganarheimið Gloria hevur síðani 2018 verið ein trygd hjá fólki við sosialum avbjóðingum. Í dag búgva 8 menn á heiminum.
Síðani gekk leiðin til Fuglafjarðar at vitja Barnaverndartænastuna í Eystur- og Fuglafjarðar kommunu. Ingi Hansen, leiðari, og starvsfólkini tóku ímóti og greiddu frá arbeiðinum hjá barnaverndartænastuni. Ein serlig avbjóðing á barnaverndarøkinum eru børn, ið eru komin til Føroya úr øðrum londum við øðrum máli og mentan. Í Eystur- og Fuglafjarðar kommunu eru í løtuni 43 næmingar í skúlunum við øðrum etniskum uppruna enn føroyskum.
At enda á túrinum gekk leiðin til Runavíkar at vitja Roðan. Roðin er samstarv um heimatænastu og eldrarøkt millum Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunur.
Jóngerð Guttesen, leiðari, og Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu og stýrisformaður, tóku ímóti og greiddu frá søguni hjá eldrarøktini í Eysturoynni og virkseminum hjá Roðanum. Herundir búpláss, heimahjálp, dagtilhald, demenstænasta og umlætting.
Nevndin fekk eisini eina rundvísing á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, ið varð tikið í brúk í 1984, og sum í dag hevur íalt 70 búpláss.
Sí myndir niðanfyri.

Mynd: Vígdis Skorheim, stjóri í MEA - húsið fyri familjumenning. Umleið 60 pør søkja sær hjálp hjá MEA um árið.

Mynd: Alexandra á Dul, sjúkrahússtjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Mynd: Tesla 3 MR-skannarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Mynd: Hanna Brandal og Bára Klakstein greiða frá virkseminum hjá rannsóknarstovuni.

Mynd: Súsanna Olsen, varastjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Per Busk, virkandi forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, Alexandra á Dul, sjúkrahússtjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og limirnir í Trivnaðarnevndini. Her standa tey í trappuni uttan fyri gomlu læknahúsini, har fyrisitingin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í dag heldur til.

Mynd: Mamy Dahl Sørensen, leiðari á Umsorganarheiminum Gloria, og Hallgerð Akurstein, stýrislimur.

Mynd: Hallgerð Akurstein, stýrislimur, Mamy Dahl Sørensen, leiðari og Trivnaðarnevndin, uttan fyri Umsorganarheimið Gloria.

Mynd: Umsorganarheimið Gloria verður í løtuni um- og útbygt. Útbyggingin væntast liðug við ársenda. Tá fær heimið seks kømur og eitt herbergsrúm afturat. Tá verður eisini møguligt at taka ímóti kvinnum.

Mynd: Ingi Hansen, leiðari fyri Barnaverndartænastuna í Eystur- og Fuglafjarðar kommunu, starvsfólk og Trivnaðarnevndin.

Mynd: Ingi Hansen, leiðari fyri Barnaverndartænastuna í Eystur- og Fuglafjarðar kommunu.
Barnaverndartænastan í Eystur- og Fuglafjarðar kommunu fær í miðal 75-85 fráboðanir árliga.

Mynd: Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu og stýrisformaður í Roðanum, greiddi frá søguni hjá eldrarøktini í eysturoynni og virkseminum hjá Roðanum.

Mynd: Jóngerð Guttesen, leiðari í Roðanum.

Mynd: Trivnaðarnevndin saman við Jóngerð Guttesen uttan fyri Eysturoyar Røktar- og Ellisheim.