Trivnaðarnevndin á vitjan í Suðuroynni
Mikudagin 9. september var Trivnaðarnevndin á kunningarferð í Suðuroynni. Vitjað varð á Suðuroyar sjúkrahúsi, sambýlinum við Sílá, Heilsuskúla Føroya og síðani hjá Bú- og heimatænastuni í Suðuroy.
Fyrst varð vitjað á Suðuroyar sjúkrahúsi, har Hanus Toftheyggj, stjóri, og Gunnbjørg Guttesen, varastjóri, tóku ímóti og greiddu frá virkseminum og framtíðarætlanunum hjá sjúkrahúsinum.
Suðuroyar sjúkrahús er eitt akuttsjúkrahús fyri Suðuroynna og veitir samstundis viðgerðir innan serøki til borgarar úr øllum landinum. Í 2017 fór Suðuroyar sjúkrahús eitt nú undir at veita viðgerðir á pínuklinikkini. Umleið 80 prosent av viðgerðunum eru fyri ryggpínu, sum stendst av sliti, skaðum ella skurðviðgerðum. Í løtuni eru 200–300 borgarar knýttir at pínuklinikkini. Umframt pínuklinikkina veitir Suðuroyar sjúkrahús eisini millum annað urologiskar viðgerðir, nýrasteinsknúsing við lasara, kardiologiskar viðgerðir og endurvenjing.
Sambýlið við Sílá læt upp millum jóla og nýggjárs í 2023. Har er pláss fyri fimm fastbúgvandi og tveimum fólkum til umlætting. Sambýlið við Sílá er eitt heim fyri fólk við seinheilaskaða og fólk við sálarligum avbjóðingum.
Á Heilsuskúla Føroya bjóða tey tríggjar ymiskar útbúgvingar: til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðihjálpara. Í løtuni eru 110 næmingar í skipanini. Samlaða næmingaupptøkan í ár er oman fyri 70 næmingar.
Størsta almenna arbeiðsplássið í oynni er Bú- og heimatænastan í Suðuroy. Har eru 200 fólk í starvi. Heri Norðberg, stjóri, tók ímóti Trivnaðarnevndini á Hamragarði í Vági og greiddi frá framtíðarætlanunum hjá Bú- og heimatænastuni. Stýrið fyri Bú- og heimatænastuna samtykti í vár eina strategi fyri, hvussu økið skal skipast við atliti at teimum avbjóðingum, sum liggja fyri framman. Strategiin er grundarlagið undir menningini av Bú- og heimatænastuni í Suðuroy fram ímóti 2035.
Sí fleiri myndir niðanfyri.

Mynd: Hanus Toftheyggj, stjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi.
Mynd: Theodor Høgagarð, yvirlækni á pínuklinikkini. 
Mynd: Málningur á vegginum í Sambýlinum við Sílá.

Mynd: Trivnaðarnevndin saman við starvsfólkum og búfólki á Sambýlinum við Sílá.

Mynd: Eir Jógvansdóttir Norðberg og Elken Bech, báðar undirvísarar á Heilsuskúla Føroya.
Mynd: Vivie Davidsen, stjóri á Heilsuskúla Føroya.
Mynd: Trivnaðarnevndin saman við starvsfólkum á Heilsuskúla Føroya.
Mynd: Heri Norðberg, stjóri á Bú- og heimatænastuni í Suðuroynni. 
Mynd: Trivnaðarnevndin uttanfyri Hamragarð í Vági saman við stjóranum á Bú- og heimatænastuni í Suðuroynni. 