Sendinevndin Ilulissat Grønland 2025
21.08.2025

Trygd og verja á breddan í Útnorðurráðnum

Geopolitiska støðan í heiminum setir eisini sín dám á arbeiðið í Útnorðurráðnum. 

Útnorðurráðið hevur eitt nú eygleiðarastøðu í Arktiska ráðnum, og roynir harumframt at luttaka á øllum teimum pallum, ið hava við altjóða viðurskifti at gera og sum samstundis seta sjóneykuna á og viðurkenna støðuna hjá londunum í útnorðri. 

Á fundinum hesuferð viðtók Útnorðurráðið nýggja strategi fyri altjóða samstarv. Hetta við tí endamáli, at vera ein viðurkendur millumtingafelagsskapur og samstarvsfelagi í Norðuratlantshavi, í Norðurlondum og Arktis. 

Tvær tilráðingar framlagdar 

Á ársfundinum hesuferð eru tvær tilráðingar framlagdar. Ein um trygdar- og verjustøðu í Norðuratlantshavi og ein um verju av undirstøðukervinum í Norðuratlantshavi. 

Føroyska sendinevndin hevur lagt tilráðingina um trygdar- og verjustøðu í Norðuratlantshavi fram. Við hesi tilráðing verður heitt á stjórnirnar í Íslandi, Grønlandi og Føroyum um at lýsa hesi viðurskifti nærri. Hetta inniber eina nágreining av trygdar- og verjupolitisku støðuni hjá londunum í útnorði, eins og hvussu hesi londini kunnu samstarva á hesum økinum. Uppskotið frá føroysku sendinevndini varð einmælt samtykt. 


Mynd: Jenis av Rana, næstformaður fyri føroysku sendinevndina í Útnorðurráðnum.

Nýggjur formansskapur

Á ársfundinum var nýggjur formansskapur valdur fyri komandi ár. Ísland tekur við formansskapinum við nýggja formanninum, Jón Gnarr, Bjørt Samuelsen verður 1. næstforkvinna og verandi formaður, Kim Kielsen, verður 2. næstformaður. 


Mynd: Kim Kielsen, Jón Gnarr og Bjørt Samuelsen.