Trygd og verja á skrá hjá leiðarum fyri norðurlendsku løgtingini

08.11.2023

Løgtingsforkvinnan luttók í farnu viku á fundi við norðurlendsku samstarvsfelagar sínar. Temafundur varð hildin í sambandi við hin 75. fundin hjá Norðurlandaráðnum í Oslo.

Samstarv um trygd og verju í Norðurlondum var fyrsta evnið á fundinum. Knut Storberget, formaður í norsku Forsvarskommisjonen, legði fram um arbeiðið hjá nevndini, og síðani varð kjak um evnið.

Val og valluttøka vóru eisini á skránni fyri fundin. Signe Bock Segaard, granskari, hevði framløgu um millum annað, í hvussu stóran mun fólk luttaka og fara á val í ymisku londunum. Føroyar liggja í hesum høpi fremst millum Norðurlond.

Eftir fundin varð tingforkvinnan saman við luttakarum á norðurlandaráðsfundinum boðin til miðmála á slottinum, sum Haraldur kongur var vertur fyri. Sonja drotning og krúnprinsahjúnini luttóku eisini.

Til miðmálan sat løgtingsforkvinnan til borðs við Sonju drotning og fekk eisini høvið at heilsa uppá svenska forsætisráðharran Ulf Kristersson og norska forsætisráðharran Jonas Gahr Støre, sum sótu undir lið hennara. 

Sum siðvenja er, hittast norðurlendsku tingforsetarnir, tá árligu høvuðsfundirnir hjá Norðurlandaráðnum eru.

 

Á myndini síggjast frá høgru: Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, Birgir Ármannsson, altingsforseti, Jussi Halla-aho, ríkisdagsformaður í Finnlandi, Søren Gade, fólkatingsformaður, Masud Gharahkhani, stórtingsforseti, Kenneth G. Forslund vararíkisdagsformaður í Svøríki og Mimi Karlsen, forkvinna í Inatsisartut.