Tvær nevndir, sum heilt ella partvís hava verið mannaðar við løgtingsmonnum, avtiknar.

12.01.2021
Onnur er Lokalnevndin, ið hevur viðgjørt klagur um løgregluna og almenn mál um løgregluna. Í Lokalnevndini hava sitið fýra løgtingsmenn, fútin, tveir løgreglumenn umframt ein advokatur í sambandi við klagumál. Frameftir fer óhefti Politiklagumyndugleikin í Danmark at viðgera klagur um politiið í Føroyum. Hin nevndin, ið varð avtikin 1. januar 2021 var tann, sum sambært gomlu rættargangslógini hevði eftirlit við varðhaldsfangum. Hon var mannað við tveimum løgtingsmonnum. Broytingarnar eru fevndar av Lov nr. 964 af 26. juni 2020 om Retsplejelov for Færøerne.