IMG 4672
Mynd: Løgtingsins umboðsmaður saman við øðrum umboðsmonnum og embætisfólkum uttanfyri Løgtingið.
27.08.2026

Umboðsmenn úr øllum Norðurlondum vitjaðu í Løgtinginum

Seinastu dagarnar hevur Løgtingsins umboðsmaður verið vertur fyri norðurlendskum umboðsmannafundi.

Umboðsmenninir hittast til hendan fundin annað hvørt ár, og skiftast umboðsmannastovnarnir um vertsleiklutin.  

Fundurin gevur umboðsmannastovnunum høvi at umrøða felags avbjóðingar og royndir, og sostatt fáa íblástur frá arbeiðsháttum hjá hvørjum øðrum. 

Saman við embætisfólkum vitjaðu hesi í Løgtinginum í dag.

Til vitjanina í Løgtinginum vísti Poula Árnadóttir Lervig, varastjóri, gestunum runt og greiddi teimum frá føroysku politisku søguni, eins og hon greiddi frá føroysku politisku skipanini.

Vitjanin hjá umboðsmonnunum í Føroyum byrjaði týsdagin og endar í dag.

Hanna Vang, Løgtingsins umboðsmaður
Mynd: Hanna Vang, Løgtingsins umboðsmaður, saman við øðrum umboðsmonnum úr Norðurlondum. 

Ársfrágreiðingin fyri 2025 løgd fyri tingið í septembur

Týsdagin 22. septembur 2026 fer Løgtingsins umboðsmaður, Hanna Vang, at kunna tingfólk um ársfrágreiðingina fyri 2025.

Ársfrágreiðingin fyri 2025 verður løgd fyri tingið í septembur, og málið verður beint Rættarnevndini til viðgerðar.