Ungdómstingið sett - fylg beinleiðis við her
"Hvør einstakur tykkara eigur uppgávuna at verja fólkaræði okkara, fyri nútíðina og fyri tykkara eftirkomarar ... Eg vóni at tit eisini fáa við tykkum vissuna um, at tín rødd kann gera mun. At tað er umráðandi at nýta rødd sína til at ávirka samfelagið, so vit kunnu varðveita tað góða og gera samfelag okkara enn betri – fyri øll tey, sum búgva her. Uttan mun til, hvørji, tey eru."

Hetta var nakað av tí, sum løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen, segði í setanarrøðuni til Ungdómstingið 2026.
Les røðuna her.
Komandi tveir dagarnar fara 32 ungdómspolitikkarar úr øllum landinum at viðgera níggju mál.
Fylg orðaskiftinum her.