Ungdómstingsetan 2024 er komin at enda

12.02.2024

Ungdómstingið 2024 er av á hesum sinni. 32 næmingar úr 8 skúlum kring landið hava luttikið og lagt fram 10 uppskot, og

 

4 mál vórðu beind í Mentanarnevndina
3 mál vórðu beind í Trivnaðarnevndina, og
3 mál vórðu beind í Rættarnevndina

 

Tá uppskotini komu aftur úr nevnd, vórðu seks uppskot samtykt og fýra uppskot fullu. Einki uppskot datt burtur.

Harumframt vórðu 12 munnligir fyrispurningar settir løgmanni og landsstýrisfólkum, sum allir vórðu svaraðir.

Í endarøðu sínari takkaði Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, ungdómstinglimunum og lærarum teirra fyri hesa áhugaverdu tingsetuna og fyri áhugan fyri tí fólkaræðisliga arbeiðinum á tingi. Hon helt fyri, at tað var eingin átala givin á hesum ungdómstinginum, og tað var eingin av ungdómstinglimunum, sum hevði órógvað við telefon ella við práti. “Tað hevur verið fyrimyndarligt í mun til at lurta eftir teimum, sum hava staðið á røðarapallinum, og tað vil eg siga er ein fyrimynd hjá okkum løgtingsfólki at fylgja.”