Uppskot til nýggja løgtingslóg um samsýning og eftirløn til løgtingsfólk

07.03.2024

Formansskapurin hevur í dag lagt fyri tingið eitt uppskot til nýggja lóg um samsýning og eftirløn til løgtingsfólk.

Uppskotið  byggir í stóran mun á álitið frá uttanhýsis lønarnevndini, sum í februar handaði løgtingsforkvinnuni eitt tilmæli um, hvussu tey meta, at ein skipan um samsýningar og eftirløn til løgtingsfólk eigur at síggja út. Tilmælið um lønarhækking er tó ikki tikið við í lógaruppskotið.

Størsta broytingin í mun til galdandi lóg er, at skotið verður upp, at fara frá verandi tænastumannaeftirløn við serstøkum treytum, til eina eftirløn, har tingfólk fáa upp til 15% í eftirløn. Ein skiftisskipan fyri verandi tingfólk ger, at eftirlønin verður millum 0% og 15% alt eftir starvstíðini og vunnum rætti eftir galdandi pensjónsskipan. Eftirlønaraldurin fer at fylgja fólkapensjónsaldrinum. Skotið verður eisini upp at bøta um treytirnar hjá varafólki, umframt aðrar broytingar, sum lønarnevndin mælti til.

Uppskotið kann lesast her


Málið verður eftir 1. viðgerð eftir ætlan beint í eina serstaka § 25 nevnd, har umboð fyri allar flokkar fara at viðgera uppskotið.