2020.09.23 Útnorðurdagur Løgtingið Flaggar (2)
15.10.2020

Útnorðurdagurin hátíðarhildin

Útnorðurdagurin var í Føroyum hildin í Norðurlandahúsinum.

Kl. 9.00 varð íslendski ungdómsfilmurin “Lad mig falde” sýndur. Frá kl. 13.00-15.00 varð tiltak, sum varpar ljós á framtíðarútlitini hjá ungum í Føroyum.

Tríggjar stuttar framløgur vórðu um evnið og eftir hetta varð kjak, har limir í Útnorðurráðnum eisini luttóku.