
Útnorðurdagurin hátíðarhildin
Útnorðurdagurin var í Føroyum hildin í Norðurlandahúsinum.
Kl. 9.00 varð íslendski ungdómsfilmurin “Lad mig falde” sýndur.
Frá kl. 13.00-15.00 varð tiltak, sum varpar ljós á framtíðarútlitini hjá ungum í Føroyum. Tríggjar stuttar framløgur vórðu um evnið og eftir hetta varð kjak, har limir í Útnorðurráðnum eisini luttóku.