Útnorðurráðið havt ársfund

09.11.2020
Útnorðurráðið er tingmannasamstarv millum Ísland, Grønland og Føroyar, og seks løgtingslimir úr hvørjum landi sita í ráðnum. Útnorðurráðið viðgerð og samtykkir tilráðingar, sum hava týdning fyri londini í útnorðri. Hesa ferð samtykti Útnorðurráðið eina áheitan á ráðharrarnar í Grønlandi, Íslandi og Føroyum, sum umsita útnorðursamstarv og arktisk viðurskifti, um at økja samstarvið. Eisini varð ein tilráðing um, at stjórnirnar í Íslandi, Grønlandi og Føroyum stuðla undir, at Grønland og Føroyar fáa atlimaskap í heimsheilsustovninum, WHO, samtykt. Útnorðurráðið avgjørdi, at komandi árið skal sjóneykan setast á liviumstøður hjá ungfólki í útnorði, og hetta verður eisini evnið fyri temaráðstevnu, sum verður í Grønlandi komandi summar. Formansskapurin í Útnorðurráðnum gongur upp á skift millum londini. Á ársfundinum tók løgtingsmaðurin, Henrik Old, tók við sum formaður fyri Útnorðurráðið, og hann skal hava leiðsluna fram til næsta ársfund. Vivian Motzfeldt úr Grønlandi er fyrsta næstforkvinna og Guðjón S. Brjánsson úr Íslandi er annar næstformaður. Næsti ársfundur hjá Útnorðurráðnum verður eftir ætlan hildin í Suðuroy 31. august og 1. september í 2021. Til ber at síggja upptøkurnar frá ársfundinum her: https://bit.ly/32rqv8O