Uttanlandsnevnd Løgtingsins á fundi við danska uttanríkisráðharran

15.10.2020
Jeppe Kofod, danski uttanríkisráðharrin og Uttanlandsnevnd løgtingsins hava havt árliga arbeiðsfundin
Tann 3. september 2020 var árligi fundurin millum Uttanlandsnevndina og danska uttanríkisráðharran. Á fundinum vórðu mál av felags áhuga umrødd. Millum annað varð tosað um verjupolitisku støðuna í Norðuratlantshavi og Arktis, støðuna viðv. ES og Brexit, og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum.