Image00022
Myndir: Uttanlandsnevndin í Inatsisartut
23.09.2026

Uttanlandsnevndin á felagsfundi í Nuuk

Løgtingsins uttanlandsnevnd var 7. og 8. septembur 2026 á felagsfundi í Nuuk við grønlendsku Udenrigs- og Sikkerhedspolitisk Udvalg og danska Udenrigspolitisk Nævn.

Endamálið við fundinum var at kunna nevndirnar um átrokandi uttanríkis- og trygdarpolitisk viðurskifti.

Ríkisfundur varð eisini hildin í Nuuk hesar dagarnar. Í hesum sambandi høvdu tær tríggjar uttanlandsnevndirnar fund við uttanríkisráðharrarnar í Føroyum, Grønlandi og Danmark.

Trygd og verja vóru høvuðsevni á fundunum. Nevndirnar hittu tí eisini umboð fyri Forsvarets Efterretningstjeneste og Politiets Efterretningstjeneste. 

Fleiri vitjanir vóru eisini á skránni. Á Nasiffik á lærda háskúlanum í Grønlandi varð uttanríkis- og trygdarpolitiska gongdin í Arktis og Grønlandi umrødd. Serligur dentur varð lagdur á strategiska týdningin, sum Grønland hevur í Arktis, og á teir møguleikar og tær avbjóðingar, ið geopolitiska støðan hevur við sær – eisini fyri ríkisfelagsskapin.

Nevndirnar vitjaðu eisini grønlendska landsstýrið, Naalakkersuisut, har umboð fyri undirstøðukervið og Greenland Airports greiddu frá grønlendskum havnum og floghavnum og týdninginum, sum tær hava fyri samfelagið.

Tær tríggjar uttanlandsnevndirnar høvdu harumframt sínámillum fund, har tær kunnaðu hvørja aðra um uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna í londunum.