
Viðvíkjandi setanini av Løgtinginum ólavsøkudag v.m.
Tíðindaskriv
Viðvikjandi setanini av Løgtinginum ólavsøkudag v.m.
Orsakað av støðuni við Covid-19 smittuvandanum verður setanin av Løgtinginum ólavsøkudag og viðurskiftini rundan um hetta skipað øðrvísi í ár enn undanfarin ár.
Skrúðgongan fer sum vant úr Løgtinginum oman í kirkjuna til gudstænastu og niðan aftur aftaná. Eitt minni kór enn vanligt fer at syngja á tinghúsvøllinum, og økið rundan um tinghúsini verður meira avbyrgt enn vanligt.
Heitt verður á fólk um ikki at stúgvast saman á Vaglinum og rundan um Løgtingið hesa løtuna, sum í ár fyrst og fremst er ætlað sum ein møguleiki hjá fólki at kunna fylgja við hátiðarløtuni í sjónvarpi heimanífrá ella aðrastaðni. Á henda hátt ber til at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum um í mestan mun at halda ólavsøkuna heima í nærumhvørvinum.
Tingfundurin í ár verður hildin fyri afturlatnum hurðum, soleiðis at skilja, at almenningurin hevur ikki atgongd til Løgtingið. Karmarnir í tingsalinum loyva ikki, at fleiri enn tey, sum neyðtørviliga skulu vera har, kunnu vera til staðar. Møguligt er tó at fylgja við tingfundinum í sjónvarpi, í FM-tingvarpinum ella á internetinum.
Undanfarin ár hevur verið møguligt hjá almenninginum at vitja tingið og síggja hølini ólavsøkudag. Hesin møguleikin verður tíverri ikki í ár orsakað av serligu støðuni.
Løgtingsformaðurin fer at heita á øll um at vísa størsta varsemi og fylgja almennu tilmælunum frá heilsumyndugleikunum viðvíkjandi Covid-19 støðuni, og fer annars at ynskja øllum eina góða ólavsøku og Guds ríku signing.
Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður