
Vilja styrkja samstarvið
Tingforfólkini í Løgtinginum, Bjørt Samuelsen, og grønlendska Inatsisartut, Kim Kielsen, hittust í Reykjavík í vikuni.
Mikudagin høvdu tey ein fund, har tey eitt nú umrøddu leiklutin og ikki minst tørvin á at styrkja um støðuna hjá báðum parlamentunum.
Gott samstarv millum Løgtingið og Inatsisartut er av stórum týdningi, serliga í hesum døgum, tá nógv fokus er á londunum í Útnorði.
Tingforfólkini eru samd um at halda fram við at menna góða samstarvið millum parlamentini í báðum londunum. Í hesum sambandi fara tey at hittast javnan, fyri at viðgera viðkomandi evnir av áhuga fyri Føroyar og Grønland.