2025 Apríl Vitjan Úr Skotlandi Løgtingsforkvinnan Og Næstformaðurin (1)
08.04.2025

Vitjan úr skotska parlamentinum

Tríggir limir í skotska parlamentinum hava í dag verið á vitjan í Løgtinginum. 

Talan er um Liam McArthur, næstformann í skotska formansskapinum, Audrey Nicoll, forkvinnu í nevndini fyri revsirætt og Rhoda Grant, lim í nevndini fyri viðurskifti um bygdir og oyggjar. 

Tey eru komin til Føroya at kunna seg um føroysk viðurskifti. 

Tey trý vitjaðu eitt nú í Vinnunevndini, har tey umrøddu felags áhugamál í vinnuligum høpi. Fyri bæði Føroyar og Skotland hava alivinnan og ferðavinnan nógv at siga. Harvið hava londini eisini fleiri av teimum somu áhugamálum og avbjóðingum innan hesi øki. 

Vitjanin í Rættarnevndini snúði seg í stóran mun um felags áhugamál innan málsøki, ið Rættarnevndin varðar av. Eitt nú viðurskifti kring endurmenning, lógarbrot og bústaðarviðurskifti. 

Á vitjanini í Løgtinginum bjóðaðu løgtingsforkvinnan og næstformaðurin eisini gestunum til miðmála. Her nýttu tey høvið at greiða frá parlamentariska arbeiðinum hjá báðum londum. 

Vitjanin helt fram seinnapartin í dag, tá tey fóru á gátt hjá Ítróttasambandi Føroya. Í morgin vitja tey hjá Visit Faroe Islands, SEV og Føroya Tele. 


Mynd: Audrey Nicoll, Uni Holm Johannesen, Árni Skaale, Karlot Hergeirsson, Erhard Joensen, formaður í Vinnunevndini, Annika Olsen, næstforkvinna, Liam McArthur og Rhoda Grant. 

 


Mynd: Rhoda Grant, Audrey Nicoll, Hervør Pálsdóttir, forkvinna í Rættarnevndini og Liam McArthur.