Fyrispurningar

Munnligir fyrispurningar
Tingfólk hava regluliga høvi at seta løgmanni ella landsstýrisfólkum munnligar fyrispurningar, har setast kunnu stutt og nágreiniliga orðaðir fyrispurningar um almenn viðurskifti.
Tingfólk kunnu eisini seta nevndarformanni fyrispurning um hvussu gongst at viðgera ávíst mál, sum er beint nevndini til viðgerðar, men sum einki álit er latið í enn.

Ófráboðaðir fyrispurningar
Tingfólk hava regluliga høvi at seta løgmanni ella landsstýrisfólkum ófráboðaðar fyrispurningar. Setast kunnu tá spurningar, sum tann spurdi ikki kennir frammanundan, og sum skulu svarast beinanvegin. Tá ófráboðaðir fyrispurningar eru á skrá, spyr løgtingsformaðurin við fundarbyrjan, um nakar ynskir at seta ófráboðaðan fyrispurning. 
Ófráboðaðir fyrispurningar vara í mesta lagi 1 tíma, og hvør spurningur má í mesta lagi vara 10 minuttir. Formaðurin ger av í hvørjari raðfylgju spurningarnir verða settir.
Í árskalendaranum fyri tingsetu, sum er at finna á heimasíðuni, sæst, nær munnligir fyrispurningar og ófráboðaðir fyrispurningar eru á dagskrá.

Skrivligir fyrispurningar (§ 52 a fyrispurningar)
Tingfólk kunnu frá ólavsøku til jóansøku seta løgmanni og landsstýrisfólkum stuttar skrivligar spurningar, ið ikki eru settir á annan hátt. Spurningurin verður latin formanninum umvegis umsiting tingsins, sum síðan sendir hann til avvarðandi landsstýrisfólk. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir at spurningurin er innlatin.
Spurningur og svar verða løgd á heimasíðuna og verða ikki umrødd í tingsalinum.
Spurningar kunnu ikki setast, eftir at val er skrivað út, ella landsstýrið hevur lagt frá sær.

Skrivligir fyrispurningar
Ynskir tingfólk drúgvari umrøðu av einum almennum máli, ella heldur tingfólk seg ikki kunna halda seg innan karmarnar fyri munnligar fyrispurningar, kunnu tey seta løgmanni, landsstýrisfólki og ríkisumboðsmanninum ein skrivliga orðaðan fyrispurning.
Formaðurin sigur tinginum frá fyrispurninginum á sama ella næsta fundi. Vanliga samtykkir tingið uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Svarast skal í seinasta lagi 14 yrkadagar eftir at fyrispurningurin er góðkendur.